Tíðindi.

Nærveruvika í viku 44.

24.10.2025

Betri Trygging hevur seinastu vikurnar, saman við Heilsustýrinum, varpa ljós á ovurnýtslu av skíggjum og hvørjar avleiðingar hetta hevur. Átakið kallast ''Skíggjasunn''.

Í hesum sambandi verður ‘’Nærveruvika’’ í viku 44, har vit leggja eyka dent á at vera meira nærverandi, og koma saman við øðrum. Betri Stuðul hevur givið øllum skúlum, ið hava valt at vera við, eina stóra gávu. Fuglafjarðar skúli fekk gávuna í gjár, og eru vit sera takksom fyri nógvu spølini vit hava fingið. Sí mynd niðast. Vit fara nú at deila spølini til deildirnar, so tey eru klár til brúk í næstu viku.

Í samband við átakið bjóðar Betri Trygging til ókeypis fyrilestur við danska serfrøðinginum innan skíggjavanar, Imran Rashid. Imran, sum er lækni, gongur á odda innan gransking í skíggjaheilsu og hevur arbeitt við hesum í meira enn 20 ár. Fyrilesturin verður mánakvøldið 17. november á Glasir. Tilmelding krevst, sí leinkju: Fyrilestur 17. novembur

Aðrar leinkjur: Skíggjasunn, Nærveruvika


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband