Tíðindi.

Altjóða læraradagur 2025.
06.10.2025
Í gjár, 5. oktobur, var altjóða læraradagur. Tað hava vit hátíðarhildið í Fuglafjarðar skúla í morgun.
Eftir fyrsta fríkorter møttust øll í miðhøllini. Leivur á Lakjuni, skúlastýrisformaður, bjóðaði vælkomin og síðan kom Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, at halda røðu. Eftir røðuna framførdu Lena og Niclas nøkur løg.
Við myndum og video-brotum niðanfyri vilja vit takka skúlastýrinum fyri at skipa fyri hesum týdningarmikla degi. Og ikki minst - takk til lærarar og námsfrøðingar fyri tykkara týdningarmikla arbeiði.
Røðan hjá Jacob Eli er viðfest her



Deil tíðindi á