Tíðindi.

Virkin oktobur 2025.

01.10.2025

Starvsfólk og næmingar í Fuglafjarðar skúla eru sjálvandi við í átakinum "virkin oktober", sum fimta árið á rað eggjar okkum at vera virkin á ymsan hátt. Gransking vísir, at við at vera virkin sálarliga, sosialt, andaliga og kropsliga styrkja vit okkara sálarligu heilsu.

Í morgun, eftir morgunsangin, hevur AKT-lærarin Mary-Ann Zachariassen forklára næmingunum um átaki og somuleiðis hava vit lurta eftir ABC-sanginum.

Í næstu viku er ABC vika. Tað verður spennandi at vita, hvat vit tá fara at gera. Virkin oktober tekur støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu, sum eru: ver virkin, ver saman og ver hugbundin. 

Í Fuglafjarðar skúla fylgja vit álmanakkanum, sum tit síggja á myndini niðanfyri. Tað finnast eisini aðrir álmanakkar, sum til ber at fylgja, á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum. Virkin oktobur 2025

Stuttligt hevði verið, um tit eisini heima kunnu fylgja álmanakkanum og práta við børnini um hetta átak. 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband