Tíðindi.

Myndir og úrslit frá skúlarenningini 2025.
02.09.2025
Týsdagin 26. august var skúlarenning á skránni. Næmingarnir møttu til morgunsang og síðan fóru tey niðan á vøllin til upphiting, sum næmingarnir í 10. flokki skipaðu fyri.
Dagurin eyðnaðist sera væl, hóast tað regnaði og nøkur endaðu við at fáa karm.
Til morgunsangin í gjár avdúkaði Andrias hvør flokkur rann flestar km. í hvørjari deild. Hann nevndi eisini at næmingarnir tilsamans høvdu runnið úr Føroyum og heilt til Barcelona.
Her eru nøkur tøl frá degnum:
Tilsamans runnu næmingarnir 2.438 kilometrar.
Grunddeildin rann tilsamans 7,56 km. í miðal.
Miðdeildin rann tilsamans 10,79 km. í miðal.
Hádeildin rann tilsamans 8,5 km. í miðal.
Starvsfólkini runnu 8,91 km. í miðal.
Her eru nakrar myndir frá skúlarenningini:













Deil tíðindi á