Tíðindi.

22 fitt børn í 1. flokk.
13.08.2025
1. flokkur hevur havt sín fyrsta skúladag
Í morgun byrjaðu nakrir sera spentir og fittir næmingar í 1. flokki. Næmingarnir møttu í flokstovuni saman við foreldrum og avvarðandi, har skúlaleiðslan og flokstoymið rundanum 1. flokk tóku ímóti teimum.
Síðani var farið oman í miðhøllina har floksmynd varð tikin í trappuni.
Tað eru 22 næmingar, sum byrja í flokkinum. Flokslærari verður Mary-Ann Zachariassen.
Vit ynskja næmingunum hjartaliga vælkomnum, góðan arbeiðshug og blíðan byr.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá skúladegnum :





Deil tíðindi á