Tíðindi.

Góða summarfrítíð.

20.06.2025

Góðu næmingar og foreldur/avvarðandi

So var skúlaárið 2024-2025 longu liðugt

Hesin seinasti mánaðurin hevur verið hendingaríkur. Meðan hádeild hevur gingið til skrivligar og munnligar royndir/próvtøkur, so hava grund- og miðdeild hildi fram við vanligari undirvísing í nakrar dagar. Men hesa seinastu vikuna hava juni-dagar verði á skrá, har næmingarnir m.a. hava verið útferðir, svomið í Klaksvík, spælt spøl uppi á vøllinum og mangt mangt annað.

Í gjár høvdu vit so seinasta skúladag. Dagurin byrjaði við morgunsangi og endaði við grillhugna niðri á Oyruni, eisini skipaði 7. flokkur fyri spølum. Ein sera hugnalig løta, bæði fyri børn og vaksin.

Góða summarfrítíð ynskja vit tykkum øllum.

Vit síggjast aftur mikudagin 13. august 2025.


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband