Tíðindi.

Hugnalig prógvhandan.

19.06.2025

Mikudagin 18. juni var prógvhandan fyri næmingum í 9. og 10. flokki.

Hátíðarløtan var í ítróttarhøll skúlans, og var hetta ein sera væl eydnaður dagur við tónleikaframførslum, felagssangi, røðum frá skúlastjóra, lærarum og næmingum, og sjálvsagt prógvhandanin.

Næmingar í 9. flokki framførdu teirra egna lag ‘Øll mín verð’ og næmingar í 10. flokki framførdu nøkur brot av tónleikinum úr sangleikinum ‘Leyvukongurin’, sum fyrr í ár var framførdur í Mentanarhúsinum.

Vit eru sera errin av okkara dugnaligu næmingum.

Góðu næmingar, takk fyri tíðina í Fuglafjarðar skúla. Vit ynskja tykkum blíðan byr víðari á tykkara lívsleið.

Her eru nakrar myndir frá prógvhandanini:


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband