Tíðindi.

Prógvhandan.

06.06.2025

Prógvhandan hjá 10. flokki og teimum í 9. flokki, sum gevast í skúlanum, verður mikudagin 18. juni kl. 17.00.

Hátíðarløtan verður í ítróttahøll skúlans.

Eftir fráfaringarløtuna verður myndatøka og drekkamuður.

Sunrid í Gong frá Fotostudio tekur myndir av næmingunum.
Møguleiki verður at keypa eina floksmynd (kr. 250,-) og/ella einstaklingamynd (kr. 200,-)
Um tit ynskja at fáa myndir, skal hetta gerast við at lata ein brævbjálva inn á skrivstovuna við peningi í. Á brævbjálvanum skal standa, hvat fyri myndir tit ynskja og navn/bústaður hjá næminginum. Hetta tí, at myndirnar verða sendar.

Seinasta freist at gjalda fyri myndirnar er mánadagin 16. juni kl. 12:00.

Vit gleða okkum til stóra dagin.

Verið vælkomin!


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband