Tíðindi.

Seinasti skúladagur .

20.05.2025

Í dag var seinasti skúladagur hjá 10. flokki. Allir flokkar, uttan 10. flokkur, møttu sum vanligt í morgun. Byrjað varð við morgunsangi, har vit eisini fagnaðu okkara 7. flokki fyri teirra leiklut á spæliðliðnum hetta skúlaárið.

10. flokkur hevði verði á seturskúla í Runavík, og komu tey í skúla ílatin litrík klæðir, og at undirhalda skúlanum. Av tí at veðrið var so gott, og partur av undirhaldinum innihelt vatn, varð kappast úti í skúlagarðinum. Har var undirhald av ymsum slagi, bæði lærarar og næmingar sluppu at royna seg í fleiri stuttligum kappingum. Sera gott undirhald, sum endaði við at karramellur vóru tveittar til næmingarnar.

Síðan var farið inn í miðhøllina til felagssang og tónleikaholdi í 9. spældu teirra nýggja lag ‘Øll mín verð’ fyri okkum, øll børnini sungu sera væl við. Ein sera góð løta!

Varaskúlastjórin kunngjørdi eisini hvørjar lærugreinar næmingarnir skulu til munnliga próvtøku í.

Skúladagurin endaði 12:35.

Nú fara næmingarnir í hádeild til skrivligar próvtøkur, og næmingarnir í grund- og miðdeild  halda fram við vanligari undirvísing í eina tíð afturat.

At enda ynskja vit øll at takka 10. flokki og tónleikaholdinum fyri ein væl skipaðan dag. 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband