Tíðindi.

Skrivligar próvtøkur og royndir.
Góðu næmingar og foreldur/avvarðandi
So fara næmingarnir í 7. – 10.fl. til skrivligar próvtøkur og royndir.
Tíðarkarmarnir eru:
Skrivligar próvtøkur/royndir 2025 | 7., 8., og 9. fl. | 10. fl. |
Enskt Hósdagin 22. mai 2025 |
08:15 - 09:45 Máluppgáva 09:45 - 10:15 Steðgur 10:15 - 13:15 Framseting Royndarhøli: Ítróttahøllin |
10:15 - 13:15 Framseting Royndarhøli: Ítróttahøllin |
Føroyskt Fríggjadagin 23. mai 2025 |
08:15 - 09:45 Máluppgáva 09:45 - 10:15 Steðgur 10:15 - 13:45 Framseting Royndarhøli: Ítróttahøllin |
10:15 - 14:15 Framseting Royndarhøli: Ítróttahøllin |
Støddfrøði Mánadagin 26. mai |
08:15 - 09:15 Fimisrokning 09:15 - 09:45 Steðgur 09:45 - 13:45 Greiðslurokning Royndarhøli: Ítróttahøllin |
09:45 - 13:45 Greiðslurokning Royndarhøli: Ítróttahøllin |
Danskt Týsdagin 27. mai |
08:15 - 09:45 Máluppgáva 09:45 - 10:15 Steðgur 10:15 - 13:45 Framseting Royndarhøli: Ítróttahøllin |
10:15 - 14:15 Framseting Royndarhøli: Ítróttahøllin |
Mannagongdir til skrivligar próvtøkur og royndir:
Næmingarnir skulu sita í royndarhølinum 15. min. áðrenn próvtøkan/royndin byrjar
At hava við:
- Teldu
- Tey, ið ikki eiga teldu, skulu boða skrivstovuni frá í seinasta lagi týsdagin 20. mai kl. 12.00
- Telduløðara
- Oyralurt
- Teldumús
- Góðar blýantar
- Viskileður
- Linjál
- Teknitrýkant
- Vinkulmátara
- Passara
- Roknimaskinu
- Gulu handbók
Loyvt er at nýta internet, lærubøkur, gamlar uppgávur, egna notatir o.l. til próvtøkuna/royndina.
Tað er strangliga bannað at avrita uppgávur av netinum.
Tað er ikki loyvt at nýta fartelefon. Fartelefonin skal setast á flight mode og latast inn í ein telefonbakka, áðrenn próvtøkan/royndin byrjar.
Næmingar hava loyvi at samskifta við vaktirnar í royndarhølinum. Einki annað samskifti er loyvt.
Bið vaktina um loyvi, um tú skalt á vesi.
Verið umhugsin og órógvið ikki onnur.
Nøkur góð ráð
- Fyrireika teg væl. Skilagott er at blaða ígjøgnum gamlar uppgávur, stílar, notatir, rættingar frá lærara o.l.
- Tryggja tær, at øll omanfyri standandi amboð eru í pennahúsinum og taskuni.
- Far tíðliga í song.
- Et góðan morgunmat.
- Hav góðan matpakka og okkurt drekkandi við í royndarhølið.
- Tryggja tær, at tú skilur uppgávuorðingina og spurningarnar.
- Ger títt besta og brúka tíðina væl.