Tíðindi.

Størv skúlaárið 2025 - 2026.

12.04.2025

Størv sum lærari ella námsfrøðiligum stuðli eru nú leys at søkja

Hevur tú hugsjónir og dirvi og ynskir at gerast partur av einum sterkum og samansjóðaðum starvsfólkahópi? so hevur tú møguleika at søkja eitt av hesum størvum í Fuglafjarðar skúla.

  • 2 føst lærarastørv við setan frá 1. august 2025. Setanarbrotið er 1,0
  • 1 barsilstarv fyri lærara frá 8. septembur 2025 til og við 19. juni 2026. Setanarbrotið er 0,8
  • 2 - 3 tíðaravmarkað lærarastørv frá 1. august 2025. Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2025
  • 1 tíðaravmarkað teknmálslærarastarv frá 1. august 2025. Setanarbrotið er 1,0
  • Einum námsfrøðiligum stuðli í tíðaravmarkað starv frá 1. august 2025. Setanarbrotið er 0,57

 

Lýsing eftir lærarum sæst her

Lýsing eftir teknmálslærara sæst her

Lýsing eftir námsfrøðiligum stuðli sæst her

 

Umsóknarfreistin er sett til leygardagin 26. apríl kl. 12.00.


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband