Tíðindi.

Konsert í miðhøllini.

04.04.2025

Kór og tónleikahold skúlans á konsertferð í næstum

Kór og tónleikahold skúlans fara í næstum á konsertferð til Ålborg. Ferðin verður 21.apríl – 28.apríl.

Ferðin er komin soleiðis í lag, at næmingar og lærarar longu við skúlaársbyrjan settu sær fyri at gera eina fullfíggjaða konsertskrá, sum tey síðani hava vant miðvíst.

Nú stundar so til ferðina, har tey m.a. framføra á skúlum í Ålborg – og harumframt eisini til Grøn Skole konference, har 25 skúlastjórar í Ålborg savnast at viðgera burðardygd innan skúlans gátt.

Umframt tónleikaframførslur, vitjar føroyska ferðalagið úr Fuglafjarðar skúla eisini býráðið í Ålborg – Fuglafjørður og Ålborg eru nevnliga vinabýir.

Týskvøldið 8.apríl kl. 19 verður møguleiki at hoyra og síggja næmingarnar framføra teirra konsertskrá í miðhøll skúlans; og har eru øll hjartaliga vælkomin.

Uttan stuðlar hevði slík ferð ikki verið møgulig, og ynskja vit at takka stuðlum okkara.

Stuðlar

 

Stuðlað ferðini hava:

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband