Tíðindi.

Móðurmálsdagur .

25.03.2025

Í dag 25.mars er Móðurmálsdagur. Móðurmálsdagin nýta vit høvið at heiðra undangongumannin V.U. Hammersheimb, ið gjørdi megnarverk at gera og skriva føroyska skriftmálið niður, so at vit í dag kunnu fegnast um, at vit hava okkara egna mál. Tað er sigur ikki so lítið, at vit føroyingar, ein lítil tjóð á 56.000 fólk, hava okkara egna mál. Tað merkir, at tað hevur verið, og tíbetur framvegis verður, lagt nógv í at varveita okkara mál. T.d. hava vit í Fuglafjarðar skúla havt eina hugnaliga løtu í morgun, har fólk frá skúlabókasavninum hugleiddu eitt sindur um málið.

Jastrid segði eitt sindur um V U. Hammersheimb, stutt um málsøguna, um hvussu forkunnugt tað er, at vit hava okkara egna mál, um týdningin at fara væl við okkara máli. Hon samanbar málið við eina plantu, sum má fáa vatn og røktast, um vit vilja henni lívið lagað - og um vandan, um vit ikki gera tað. Síðan segði Durita nøkur orð um bókutaútgávur, og vísti á eina rúgvu av føroyskum bókum, sum stóðu frammi. Hon tosaði eisini um, hvussu heppin vit eru, at hóast vit eru so fá, so kemur ein rúgva av tilfari út á føroyskum, so vit hava framúr góðar fortreytir at lesa, nýta og framhaldandi verja okkara mál, sum bara vit føroyingar tosa.

 

Góðan Móðurmálsdag øll somul!

 

Her síggjast nakrar myndir frá degnum.

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband