Tíðindi.

5. barnasjúka.

24.03.2025

Við hesum skal vera sagt frá, at 5. barnasjúka er staðfest í Fuglafjarðar skúla.

Hetta er ein mild, fepurfrí sjúka, sum minnir um influensu. Hon vísir seg við, at barnið fær ein ógvusliga reyðan lit á kjálkarnar. Dagarnar eftir fer útbrotið um allan kroppin.

Tilgerðartíðin er 13 - 18 dagar.

Smittuvandi er fáar dagar, áðrenn útbrotið vísir seg, og er av, tá ið barnið er útbrotið.

Týdningarmikið er at tit siga frá, um barn tykkara hevur hesa sjúku, tí hon er serliga vandamikil fyri kvinnur ið eru við barn !! 

Tú kanst lesa nærri um 5. barnasjúkuna á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum her 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband