Tíðindi.

Ætlar tú í 10. fl. í summar?.
Hygg so her!
eNám er eitt skúlasamstarv, har næmingar í 10. flokkunum, ið ganga í Stranda skúla, Fuglafjarðar skúla og Skúlanum við Streymin kunnu velja valbreytir. Næmingar kunnu velja í millum 9 valbreytir, sum verða mánadag, mikudag og fríggjadag. Leinki til at velja BREYTIR sæst her: Breytir
Næmingar skulu eisini velja ástøðisfak, sum verða týsdag og hósdag. Ástøði er bókligt valfak, frálæra, heimasetningur, tímatalva o.a. sum næmingar velja á hvørjum skúla sær.
Lógarkravið er, at hvør einstakur næmingur hevur í minsta lagi 28 tímar um vikuna samantalt við valbreytunum og ástøðislærugreinunum. Hvør breyt telur 6 tímar, tó telur sangleikabreytin 12 tímar, og ástøðislærugreinirnar telja 4 og 6 tímar. Sí nærri kunning í leinkinum niðanfyri.
Leinki til at velja ÁSTØÐI hjá næmingunum í Fuglafjarða skúla sæst her: Ástøði
Freistin at søkja breytir og ástøðisfak er 3. apríl 2025.
Meira kunning um eNám sæst á www.enam.fo
Eru ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skúlan.