Tíðindi.

Skrivlig várroynd mars 2025.
Góðu næmingar og foreldur/avvarðandi
So fara næmingarnir í 8. – 10.fl. til skrivligar royndir.
Tíðarkarmarnir eru:
Skrivligar várroyndir 2025 | 8. og 9. fl. | 10. fl. |
Støddfrøði Týsdagin 11. mars |
08:15 - 09:15 Fimisrokning 09:15 - 09:45 Steðgur 09:45 - 13:45 Greiðslurokning Royndarhøli: Ítróttahøllin |
09:45 - 13:45 Greiðslurokning Royndarhøli: Ítróttahøllin |
Føroyskt Mikudagin 12. mars |
08:15 - 09:45 Máluppgáva 09:45 - 10:15 Steðgur 10:15 - 13:45 Framseting Royndarhøli: Ítróttahøllin |
10:15 - 14:15 Framseting Royndarhøli: Ítróttahøllin |
Danskt Hósdagin 13. mars |
08:15 - 09:45 Máluppgáva 09:45 - 10:15 Steðgur 10:15 - 13:45 Framseting Royndarhøli: Ítróttahøllin |
10:15 - 14:15 Framseting Royndarhøli: Ítróttahøllin |
Enskt Fríggjadagin 14. mars |
08:15 - 09:45 Máluppgáva 09:45 - 10:15 Steðgur 10:15 - 13:15 Framseting Royndarhøli: Ítróttahøllin |
10:15 - 13:15 Framseting Royndarhøli: Ítróttahøllin |
Mannagongdir til skrivligu royndirnar:
- Næmingarnir skulu sita í royndarhølinum 15. min. áðrenn royndin byrjar.
- Loyvt er at nýta lærubøkur, gamlar uppgávur, egna notatir o.l. til royndina.
- Tað er strangliga bannað at avrita uppgávur av netinum, at nýta vitlíki(chatGPT), o.l.
- Tað er ikki loyvt at nýta fartelefon. Um næmingur hevur knappatelefon við, skal hon liggja sløkt í taskuni ímeðan royndin er.
- Næmingar hava loyvi at samskifta við vaktirnar í royndarhølinum. Einki annað samskifti er loyvt.
- Bið vaktina um loyvi, um tú skalt á vesi.
- Verið umhugsin og órógvið ikki onnur.
At hava við:
- Teldu
- Tey, ið skulu lána teldu frá skúlanum, skulu boða skrivstovuni frá í seinasta lagi fríggjadagin 7. mars kl. 12.00
- Telduløðara
- Oyralurt
- Teldumús
- Góðar blýantar
- Viskileður
- Linjál
- Teknitrýkant
- Vinkulmátara
- Passara
- Roknimaskinu
- Gulu handbók
Nøkur góð ráð:
- Fyrireika teg væl. Skilagott er at blaða ígjøgnum gamlar uppgávur, stílar, notatir, rættingar frá lærara o.l.
- Tryggja tær, at øll omanfyri standandi amboð eru í pennahúsinum og taskuni.
- Far tíðliga í song.
- Et góðan morgunmat.
- Hav góðan matpakka og okkurt drekkandi við í royndarhølið.
- Tryggja tær, at tú skilur uppgávuorðingina og spurningarnar.
- Ger títt besta og brúka tíðina væl.