Tíðindi.

Øðrvísi skúladagar.
Í tíðarskeiðnum frá 17. – 21. februar var nógv á skránni í Fuglafjarðar skúla, og vóru skúladagarnir skipaðir øðrvísi hesar dagar.
Hádeild
Næmingarnir í 8. og 9. flokkunum arbeiddu við verkætlan. Fleiri góð evnir og framløgur komu burturúr hesar dagar.
7. flokkur hevði eina SSP-viku . Mánadag, týsdag og mikudag arbeiddu næmingarnar við evnunum sjálvsálit, vinalag og at velja. Tey fingu ymisk fólk á vitjan. Trúgvi, frá Bláa Krossi, var og greiddi frá, hvat Blái Krossur stendur fyri. Hann tosaði nógv um bólkatrýst, at tað er gott við frítíðarítrivum, og hvussu avgerandi tað er at tora at siga nei. Hvat ein sum vinur kann gera. Síðan segði hann onkrar søgur um fólk, sum vóru komin illa fyri. Heilsurøktarfrøðingurin, Inga, var og greiddi frá búningini í tannárinum og vísti myndir, sum eisini lýsti hetta evnið væl. Hon dugdi væl og tosaði við tey, so tey skiltu tað. Tað var eitt sindur ”flovisligt”, men hóast tað, so spurdu tey um okkurt og vóru væl við. Martin Kúrberg, sum hevur verið úti í øllum ”lorti”, segði sína lívssøgu. Hann fortaldi um barnaárini, og hvussu hann byrjaði at drekka, og síðani hvussu hann fór at taka harðari stoffir. Hvussu hann slapp burturúr tí og endaði við, at í dag hevði hann bara eitt endamál við lívinum, og tað var at hjálpa fólki, sum vóru komin illa fyri. Hann legði dent á, at tað kundi henda fyri øll, og at fleiri av teimum, sum vóru á Herberginum, høvdu góðar útbúgvingar. Næmingarnir arbeiddu hesa dagar í bólkum og sjálvstøðugt og komu til ymiskar niðurstøður í evnunum, sum arbeitt var við.
Hósdagin fóru tey oman í tveimum bólkum at vitja Barnaverndartænastuna í Fuglafirði. Ingi, sum er formaður í Barnaverndartænastuni, tók ímóti teimum. Ingi greiddi frá, hvat Barnaverndartænastan er, og at tey altíð kundu koma inn á gólvið ella ringja, um tey høvdu eitthvørt at dragast við. Tey fingu sunkist og Twix, tá tey fóru, so tey vóru væl nøgd.
Fríggjadagin endaði vikan við hugnaløtu í flokkunum við mati og spølum.
Miðdeild
4. – 6. flokkur høvdu eina evnisviku. Evnið í vikuni var "Ymisk lond".
Næmingarnir vórðu býttir í 10 bólkar, og hvør bólkur fekk eitt ávíst land at arbeiða við.
Evnisvikan hjá miðdeild byrjaði við, at næmingarnir vóru savnaðir í bólkar og leitaðu sær kunning um londini og fyrireikaðu eina framløgu. Síðani var arbeitt í verkstovum í 3 dagar, har næmingarnir gjørdu myndatalvur (plansjur), búnar, fløgg, mat, dansir og annað kreativt.
Endað var hvønn dag við at eta saman. Hvør bólkur gjørdi mat úr "teirra" landi, so tey royndu nógv ymiskt.
Hósdagin løgdu bólkarnir eisini fram um londini fyri hvørjum øðrum, og fríggjadagin var "OL" í høllini. Næmingarnir gingu skrúðgongu inn í høllina við búnum og fløggum, sum tey høvdu gjørt. Tjóðsangirnir vórðu spældir, og síðani var farið í gongd við spøl og kappingar. Eisini vórðu dansirnir frá verkstovunum dansaðir. Endað var við felagsmyndum og hugna, áðrenn farið var heim.
Grunddeildin
1. – 3. flokkur arbeiddi við verkætlanini “Betri vinir”. sum er eitt námsfrøðilig amboð, ið skal fremja trivnaðin og vinarbond hjá børnum.
Starvsfólkini vóru eisini í gongd hesa vikuna. Øll starvsfólk skúlans fingu undirvísing í fyrstahjálp.
Alt í alt ein góð vika, sum tit kunnu tosa við børnini um. Her síggjast nakrar myndir frá evnisvikuni ????































































































