Tíðindi.

Barnaráðstevna í Norðurlandahúsinum.
Í hesum døgum hevur barnaráðstevna verið í Norðurlandahúsinum.
Øll næmingaráðini í skúlunum í Føroyum vóru savnað á ráðstevnu, har endamálið var, at øll børn og ung í Føroyum skuldu fáa møguleika at koma við sínum íkasti til komandi barnalóg fyri Føroyar. Næmingaráðini verða styrkt, so tey eru ein sterk rødd í fólkaræðinum fyri allar næmingar. Barnalógin skal tryggja øllum børnum og ungum í Føroyum grundleggjandi rættindini, ið eru nevnd í Barnarættindasáttmálanum og Brekrættindasáttmálanum.
Barnaráðstevnan endar við eini hátíðarløtu í dag, hósdagin 23. januar, í Norðurlandahúsinum, har skrivliga tilfarið, sum er komið burturúr stóra arbeiðinum hjá næmingunum, verður handað eigarunum í verkætlanini. Tað eru umboð fyri næmingaráðini, sum handa eigarunum tilfarið.
Myndir frá barnaráðstevnuni, sum var mikudagin:




























