Tíðindi.

1. flokkur 2025.
20. januar 2025 var ein stórur dagur. Tá møttu vit børnunum, sum í summar koma at ganga í 1. flokki í okkara skúla.
Saman við foreldrunum møttu tey í miðhøllini, har leiðslan tók ímóti og greiddi frá ymiskum um skúlan. Síðani heilsaðu næmingarnir uppá komandi flokslæraran, Mary-Ann Zachariassen, og Beintu Solmunde, sum fer at hava flokkin í støddfrøði.
Áðrenn farið var upp í eina floksstovu, sungu vit "Gakk tú tryggur" í felag og tóku eina felags mynd.
Í floksstovuni sungu tey bókstavaraðið, taldu tøl og fingu bók, faldara og okkurt søtt undir góman. Ein stuttlig og hugnalig løta saman við komandi flokslæraranum.
Stóra løtan var, tá næmingarnir skrivaðu sítt navn á eitt ark og harvið skrivaðu seg inn í skúlan. Nógvar ymiskar og flottar handskriftir vóru at síggja.
Tað vera 22 næmingar, sum byrja í 1. flokki í august.
Vit takka fyri dagin, og gleða okkum at sígga tykkum í skúlanum eftir summarfrítíðina.