Tíðindi.
Ævintýraferðin setti punktum fyri fyrstu vikuna.
10.01.2025
Ævintýraferðini við teimum báðum, Búa og Dánjali, hava verið á vitjan í morgun.
Við sera skemtiligum sjónleiki og tónleiki førdu Búi og Dánjal okkum ígjøgnum leik, ið er grundaður á søguna um Romeo og Juliu. Ein skemtilig og lívlig hugnaløta í miðhøllini.
Tað vóru næmingarnir í 1. - 6. flokki, sum vóru til tiltakið. Tó komu nógvir eldri næmingar at forvitast í fríkorterinum eftir hesum fantastiska leiki.
Ævitýraferðin var sostatt við til at seta punktum fyri okkara fyrstu viku eftir jólafrítíðina. Vit takka Búa og Dánjali fyri vitjanina.
Gott vikuskifti, øll somul!
Deil tíðindi á