Tíðindi.
Eldávaringin fór í gongd.
22.11.2024
Fyri løtu síðani fór eldávaringin í skúlanum í gongd. Talan var tó um tekniskt brek á skipanini, so tað var eingin vandi á ferð.
Hóast tað, so fingu vit eina góða spontana venjing í góðveðrinum. Næmingarnir vistu beinanvegin, hvat teir skuldu. Farið var oman á kirkjuplássið, sum er møtistaðið, um eldur skuldi komið í.
Nakað kalt mundi tað vera hjá næmingunum í 7. flokki, sum fóru oman í svimjilklæðum. Tó var lagið gott :)
Alt spældi væl av, og tekniski trupulleikin varð skjótt loystur.
Gott vikuskifti, øll somul!
Deil tíðindi á