Tíðindi.
Ein væl eydnað brandvenjing í morgun.
Í morgun hava vit havt eina lítla brandvenjing. Bæði starvsfólk og næmingar vistu frammanundan, at brandvenjingin skuldi verða hesa vikuna, men júst nær, vistu vit ikki.
Eina løtu eftir, at 1. undirvísingartímin var farin í gongd, fóru brandvarnarnir frá. Og so gjørdu vit eftir teimum mannagongdum, ið eru ásettar í sambandi við brand.
Næmingarnir vóru sera raskir at fylgja mannagongdunum, og tað gekk skjótt, so vóru allir næmingar saman við leiðslu og starvsfólkum niðri á kirkjuplássinum, sum er møtistaðið, um eldur skuldi komið í.
Tá klárt var at koma niðan í skúlan aftur, var aftur farið í tíma.
Brandvenjingin gekk skjótt og væl - og næmingarnir vóru sera raskir.
Skúlin hevur brandvenjingar tvær ferðir í skúlaárinum, og tann eina liggur ofta í august/septembur.
Vit takka enn einaferð átaksleiðaranum í Fuglafjarðar Sløkkiliði fyri gott samstarv.