Tíðindi.

Dagføring: Karnevalur.

03.09.2024

Í sambandi við mentanardagarnar, verður Fuglafjarðar skúli við til stóran karneval fríggjadagin 6. septembur. 

Næmingar og starvsfólk verða íklødd búnum, sum ígjøgnum seinastu árini eru gjørdir til sangleikabreytina hjá 10. flokki.

Næmingar í 5. - 10. flokki vera ílætnir búnum frá sangleikum. Hesir næmingarnir fáa í vikuni nærri kunning um gonguna, búnar o.s.fr. 

Næmingar frá 1. - 4. flokk eru eisini vælkomnir at luttaka í karnevalinum. Hesir næmingar verða bidnir um at vera í festligum klæðum ella fastalávintsbúnum og evt. mála seg. Skúlin hevur ikki búnar til næmingarnar í 1. - 4. flokk. Hvussu næmingarnir klæða seg er frítt :)

Skúlin leggur áherðslu á, at næmingar í 1. - 4. flokki eru undir ábyrgd hjá foreldrum ella avvarðandi. 

Næmingarnir møta fríggjadagin, 6. septembur kl. 15.30 í skúlagarðinum. 

Vit vóna, at nógv fólk taka ímóti okkum niðri í býnum.

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband