Tíðindi.

Fráfaringarløta fyri Jógvan Finni Poulsen.
Týsdagin 18. juni 2024 var fráfaringarløta hildin í sambandi við, at Jógvan Finnur Poulsen fer frá vegna aldur.
Fráfaringarsamkoman var hildin á Muntra, har familja, starvsfelagir, umboð fyri Fuglafjarðar kommunu og skúlastýrið o.o. vóru komin saman.
Fleiri røður vóru hildnar, felagssangur varð sungin og Bárður á Lakjuni hevði tónleikaframførslu.
Jógvan Finnur tók prógv við Føroya Læraraskúla í 1994. Fyrstu 7 árini arbeiddi hann sum lærari í Ósáskúlanum í Klaksvík. Síðani byrjaði hann í starvi í Fuglafjarðar skúla í 2001 og hevur sostatt starvast her í 23 ár.
Av hjarta takka vit Jógvan Finni fyri góða og drúgva tænastu og fyri alt, ið hann leggur eftir seg í Fuglafjarðar skúla. Vit ynskja honum blíðan byr á lívsleiðini.
Hóast Jógvan Finnur fer frá, so vænta vit at síggja hann sum vikar av og á - tað gleðast vit um.
Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá sera hugnaligu løtuni:





























