Tíðindi.
Skúlagongd frá mikudegnum 22. mai 2024 (English below).
Góðu foreldur og avvarðandi
Vegna verkfallið er skúlin ikki vaskaður síðani týsdagin 14. mai. Tí settu vit okkum í samband við Fólkaheilsustýrið, sum sendi eitt umboð í skúlan at kanna umstøðurnar. Út frá prátinum við heilsumyndugleikarnar hava vit tí tikið avgerð um, at eingin skúlagongd verður frá í morgin, mikudagin 22. mai 2024, og so leingi verkfall er. Skúlavirksemið heldur tó fram í øðrum líki. Lærarar og starvsfólk leggja skúlauppgávur og aðra kunning út á heimasetningin.
Skrivligu próvtøkurnar hjá 9. og 10.flokki verða sum ætlað, og byrja í morgin 22. mai. Vit hava fingið skriv frá Undirvísingarstýrinum, har sagt verður soleiðis:
Næmingar í hádeild fara til skrivligar próvtøkur í komandi viku, og eftir tað verður farið undir munnligu próvtøkurnar.
Hildið verður fast í, at próvtøkur gjøgnumførast sum vanligt.
Hóast ferðasambandið er óstøðugt, eigur næmingur at møta til próvtøkur. Tað er ábyrgd næmingsins og foreldranna, at næmingur møtir.
Viðvíkjandi skrivligu ársroyndunum hjá 7. og 8. flokki, so varð kunning løgd út á heimasíðuna fyrr í dag.
Nærri kunning verður løgd út á heimasíðuna, so skjótt sum støðan broytist. Vinarliga fylgið væl við.
Vinarliga heilsan
Leiðslan
Dear parents.
Due to the worker´s strike we have decided to close the school from tomorrow, Wednesday 22´nd of May. The teachers will give assignments and homework to the students on our webpage.
The written exams for 9´th. and 10´th grade will be held as scheduled from 22´nd until 27´th of May. We will inform you when we start again.
Best regards
The school management.