Tíðindi.

DAGFØRING 21-05-2024: Skrivligar próvtøkur og royndir.
Broytingar í sambandi við royndir/próvtøkur
Góðu næmingar og foreldur/avvarðandi
Vegna verkfallið, sum er í løtuni, eru nakrar broytingar ímun til skrivligu royndirnar og próvtøkurnar. Vinarliga lesið væl:
7. og 8. flokkur
Royndirnar hjá 7. og 8. flokki verða tiknar heimanifrá og avgreiddar á Wiseflow.
Tíðarkamarnir eru teir somu. Hetta merkir, at næmingarnir skulu sita klárir á Wiseflow, soleiðis sum tíðarkarmarnir vísa niðanfyri.
9. og 10. flokkur
Eingin broyting er ímun til skrivligu próvtøkuna hjá 9. og 10. flokki. Næmingarnir í hesum flokkunum møta í skúlanum í royndarhølinum 15. min. áðrenn royndin byrjar.
Niðanfyri tíðarkamarnar síggjast mannagongdir og nøkur góð ráð í sambandi við royndir og próvtøkur.
Skrivligar próvtøkur/royndir 2024 | 7., 8. og 9. fl | 10. fl |
Føroyskt Mikudagur 22. mai 2024 |
08:15 – 09:45 Máluppgáva 09:45 – 10:15 Steðgur 10:15 – 13:45 Framseting |
10:15 – 14:15 Framseting |
Støddfrøði Hósdagin 23. mai 2024 |
08:15 – 09:15 Fimisrokning 09:15 – 09:45 Steðgur 09:45 – 13:45 Greiðslurokning |
09:45 – 13:45 Greiðslurokning |
Danskt Fríggjadagin 24. mai 2024 |
08:15 – 09:45 Máluppgáva 09:45 – 10:15 Steðgur 10:15 – 13:45 Framseting |
10:15 – 14:15 Framseting |
Enskt Mánadagin 27. mai 2024 |
08:15 – 09:45 Máluppgáva 09:45 – 10:15 Steðgur 10:15 – 13:15 Framseting |
10:15 – 13:15 Framseting |
Mannagongdir til skrivligar próvtøkur og royndir:
Næmingarnir skulu sita í royndarhølinum 15. min. áðrenn royndin byrjar
At hava við:
- Teldu
- Tey, ið ikki eiga teldu, skulu boða skrivstovuni frá í seinasta lagi fríggjadagin 17. mai kl. 11.00
- Telduløðara
- Oyralurt
- Teldumús
- Góðar blýantar
- Viskileður
- Linjál
- Teknitrýkant
- Vinkulmátara
- Passara
- Roknimaskinu
- Gulu handbók
Loyvt er at nýta internet, lærubøkur, gamlar uppgávur, egna notatir o.l. til royndina/próvtøkuna
Tað er strangliga bannað at avrita uppgávur av netinum.
Tað er ikki loyvt at nýta fartelefon. Fartelefonin skal setast á flight mode og latast inn í ein telefonbakka, áðrenn royndin byrjar.
Næmingar hava loyvi at samskifta við vaktirnar í royndarhølinum. Einki annað samskifti er loyvt.
Bið vaktina um loyvi, um tú skalt á vesi.
Verið umhugsin og órógvið ikki onnur.
Nøkur góð ráð
- Fyrireika teg væl. Skilagott er at blaða ígjøgnum gamlar uppgávur, stílar, notatir, rættingar frá lærara o.l.
- Tryggja tær, at øll omanfyri standandi amboð eru í pennahúsinum og taskuni.
- Far tíðliga í song.
- Et góðan morgunmat.
- Hav góðan matpakka og okkurt drekkandi við í royndarhølið.
- Tryggja tær, at tú skilur uppgávuorðingina og spurningarnar.
- Ger títt besta og brúka tíðina væl.