Tíðindi.

Ætlar tú í 10. fl. í summar?.

15.03.2024

Hygg so her!

eNám er eitt skúlasamstarv, har næmingar í 10. flokkunum, ið ganga í Stranda skúla, Fuglafjarðar skúla og Skúlanum við Streymin kunnu velja valbreytir. Næmingar kunnu velja í millum 9 valbreytir, sum verða mánadag, mikudag og fríggjadag. Leinki til at velja BREYTIR sæst her Breytir

Næmingar skulu eisini velja ástøðisfak, sum verða týsdag og hósdag. Ástøði er bókligt valfak, frálæra, heimasetningur, tímatalva o.a. sum næmingar velja á hvørjum skúla sær.
Lógarkravið er, at hvør einstakur næmingur hevur í minsta lagi 28 tímar um vikuna samantalt við valbreytunum og ástøðislærugreinunum. Hvør breyt telur 6 tímar, tó telur sangleikabreytin 12 tímar, og ástøðislærugreinirnar telja 2, 4 og 8 tímar. Sí nærri kunning í leinkinum niðanfyri.

Leinki til at velja ÁSTØÐI hjá næmingunum í Fuglafjarða skúla sæst her Ástøði

Freistin at søkja breytir og ástøðisfak er 3. apríl 2024.

Meira kunning um eNám sæst á www.enam.fo

Eru ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skúlan. 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband