Tíðindi.
Altjóða barnarættindadagur í myndum.
Í dag hava vit hátíðarhildið altjóða barnarættindadag í Fuglafjarðar skúla.
Ítróttahøllin í skúlanum var karmur um tiltakið, har uml. 500 næmingar vóru savnaðir. 20 skúlar vóru umboðaðir til tiltakið.
Tað var næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla, ið skipaði fyri tiltakinum við eini spennandi skrá. Hetta næmingaráðið dugdi so sera væl at leiða okkum gjøgnum dagin.
Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, setti dagin. Løgtingsins umboðsmaður og Barnanna umboðsmaður, Hanna Vang, hevði framløgu á barnahædd, sum snúði seg um ST-barnarættinda sáttmálan.
Á skránni vóru eisini kór- og tónleikaframførslur við dugnaligum næmingum, umframt felagssangur, sum rungaði væl.
Tá tiltakið í høllini var av, vóru næmingaráðini frá teimum 20 skúlunum send niðan á fótbóltsvøllin, har spæliliðið í Fuglafjarðar skúla hevði skipað fyri spølum. Veðrið var av tí allar fagrasta.
Tíð var eisini til ein kaffimunn við onkrum søtum afturvið til tey vaksnu, og pylsubreyð og sunkist til næmingarnar.
Vit vilja takka hjartaliga fyri ein sera góðan og væl skipaðan dag.
Takk til næmingaráðið fyri at skipa fyri hesum degi. Takk til Fuglafjarðar kommunu fyri at stuðla tiltakinum. Takk til allar skúlar, stovnar og feløg, ið vóru við til dagin. Takk til næmingar, ið framførdu. Takk til spæliliðið, ið skipaði fyri spølum. Takk til starvsfólk skúlans, fyri at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind.
Og ikki minst - Takk til landsstýrismannin og løgtingsins umboðsmann fyri at halda dagin saman við okkum.