Tíðindi.
Altjóða barnarættindadagur í Fuglafjarðar skúla.
13.11.2023
20. novembur verður altjóða barnarættindadagur, og fara vit her í skúlanum at gera nakað serligt burturúr hesum týdningarmikla degi.
Øll næmingaráð í fólkaskúlunum í Føroyum hava fingið í boði at vera við til dagin. Vit fegnast um, at fleiri skúlar hava teknað seg til tiltakið.
Landstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, setir dagin, og Hanna Vang, Løgtingsins umboðsmaður og Barnanna umboðsmaður hevur framløgu um ST-sáttmálan um barnsins rættindi.
Harumframt vera tónleikaframførslur, ábit, undirhald o.a.
Stásiliga ítróttahøllin í skúlanum verður karmur um tiltakið.
Stuttligt er eisini at nevna, at Barnaútvarpið fer at seta fokus á tiltakið her í skúlanum.
Vit gleða okkum til dagin.
Deil tíðindi á