Tíðindi.

6. fl. tikið eplir upp.

06.10.2023

Áðrenn farið var í heystfrítíð, fóru næmingarnir í 6. flokki at taka eplir upp, sum tey settu niður í vár. Eplini vóru sett niður í økinum omanfyri kirkjugarðin. 

Eftir at eplini vóru tikin upp, vóru tey vaskaði og løgd at turka. Síðani var farið í skúlakøkin, har tey m.a. gjørdu kips og ótu bakaði kryddaði epli.  

Hetta eplaævintýrið var ein partur av undirvísingini í náttúru og tøkni. Og okkum er fortalt, at næmingarnir hava verið sera raskir og hugagóðir, bæði tá eplini skuldu setast niður og tá tey vóru tikin uppaftur.

Her eru nakrar myndir:

 

 

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband