Tíðindi.
Vísindavøka 2023.
25.09.2023
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking, menning og nýskapan og fyri granskingargrundaðari vitan í samfelagnum.
Í ár fór miðdeildin, t.e. 4. - 6.fl., ein túr til Havnar til hetta forvitnisliga tiltak. Her royndu næmingarnir nógv ymiskt spennandi, sum myndirnar niðanfyri lýsa so væl.
Eftir tiltakið var farið ein túr á Pizza67, sum næmingarnir eisini mettu vera eitt hæddarpunkt á degnum.
Alt í alt ein sera góður og læruríkur Havnatúrur.
Deil tíðindi á