Tíðindi.

Fólkatingslimir á vitjan.

18.09.2023

Í dag fekk Fuglafjarðar skúli vitjan av limum úr danska fólkatinginum.

Byrjað var við kaffi og onkrum góðum aftur við. Síðani beyð Berlys Toftadal, skúlastjóri, vælkomin og greiddi frá skúlans eyðkenni og integratión. 

Næmingaráðið var tilstaðar, og umboðið fyri næmingaráðið, Janita Maria Jacobsen, segði nøkur orð og presenteraði gentukórið í Fuglafjarðar skúla, sum framførdi tríggjar sangir fyri fólkatingslimunum.  Tað var Eyðun á Lakjuni, sum leiddi kórið í dag. 

Eisini Rønn Eliasen, mentanarleiðari, flutti fram røðu, har hon tosaði um list og byggilistina á skúlanum. 

Loksins varð farið ein rundtúr í skúlanum saman við skúlaleiðslu og býráðslimum úr Fuglafjarðar kommunu.

Vit takka fyri vitjanina.

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband