Tíðindi.
8. a og b á samansjóðingartúri.
14.09.2023
Mánadagin og týsdagin 11. og 12. septembur vóru 8.a og 8.b á seturskúla við endamálinum at samansjóða næmingarnar, sum í summar byrjaðu í skúlasamstarvinum, Framvit.
Farið var ein túr á Kallsoynna, har næmingarnir búðu í Innistovu í Mikladali.
Hesar dagarnir upplivdu næmingarnir eina rúgvu. Millum annað vóru tey á Syðradali og hugdu at minnisvarðanum, gingu út til vitan á Kallinum, vitjaðu gravsteinin hjá James Bond og heilsaðu uppá Kópakonuna í Mikladali.
Eitt, sum sermerkti túrin, var, at næmingar høvdu ongar telefonir. Ístaðin vóru næmingarnir upptiknir av borðspølum, spurnakapping, postarenning, mati og felagshugna annars. Huglagið var av tí allar besta allan túrin.
Her eru nakrar myndir frá túrinum
Deil tíðindi á