Tíðindi.

Nýtt samstarv við Vesturstovu.
15.09.2023
1. flokkur á vitjan
Grunddeildin í Fuglafjarðar skúla hevur gjørt eina avtalu við eldrasambýlið Vesturstovu um, at 1.-3.fl. kemur á vitjan einaferð um mánaðin hetta skúlaárið.
Tankin er, at næmingarnir fara at hava sangframførslur, søguløtur ella vísa fram onkra verkætlan, ið tey hava arbeitt við.
Fyrsta vitjanin var í gjár, tá 1. flokkur var á vitjan. Tey sungu barnasangir og annars hugnaðu sær saman við teimum eldru.
Við fegnast um, at hetta samstarvið er komið í lag. Tað er mennandi fyri tey smáu og ikki minst tey eldru.
Her eru nakrar myndir frá fyrstu vitjanini:



Deil tíðindi á