Tíðindi.

Rennidagur '23.

05.09.2023

Árligi rennidagurin í Fuglafjarðar skúla

Í allar fagrasta veðri í gjár runnu okkara røsku næmingar skúlarenning.

Hitað var upp í skúlagarðinum, áðrenn farið var avstað. 10. flokkur stóð fyri festligu upphitingini. Lagið var avbera gott, og farið var avstað við góðum hugburði.

Her eru nøkur stuttlig tøl frá degnum:

  • Tilsamans runnu næmingarnir 2.557,5 kilometrar.
  • Grunddeildin rann tilsamans 8,8 km. í miðal.
  • Miðdeildin rann tilsamans 10,6 km. í miðal.
  • Hádeildin rann tilsamans 9,6 km. í miðal.
  • Starvsfólkini runnu 8,8 km. í miðal.

 

  • 1 næmingur rann 30 km.
  • 3 næmingar runnu 25 km.
  • 1 næmingur rann 22,5 km.
  • 3 næmingar runnu 17 km.
  • 14 næmingar runnu 15 km.
  • 12 næmingar runnu 12,5 km.

Allar flestu næmingarnir runnu 10 km.

  • Flokkurin í grunddeildini, ið rann flestar km. í miðal, var: 2. fl. við 9,6 km.
  • Flokkurin í miðdeildini, ið rann flestar km. í miðal, var: 5. fl. við 11,7 km.
  • Flokkurin í hádeildini, ið rann flestar km. í miðal, var: 7.a við 12,4 km.

Sera góð úrslit, øll somul.

Vit takka fyri ein sera góðan og hugnaligan rennidag.

Myndamaður okkara, Eiler, hevur klikt nakrar myndir frá rennidegnum, og gjørt eitt stutt filmsbrot:

Video


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Fríloyvi
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband