Tíðindi.
Skúlarenning.
01.09.2023
So er aftur tíð at finna renniskógvarnar fram!
Týsdagin 5. september verður árligi rennidagurin í Fuglafjarðar skúla.
Allir næmingar møta til morgunsang í miðhøllini kl. 08.00.
10. flokkur skipar fyri upphiting í skúlagarðinum, áðrenn farið verður at renna.
Tá næmingarnir eru lidnir at renna, fáa teir okkurt søtt undir góman.
Dagurin endar kl. 11.50. Bussarnir koyra frá Mentanarhúsinum kl. 11.55.
Heitt verður á bilførarar um at vísa serligt ansni hetta tíðarskeiðið.
Deil tíðindi á