Tíðindi.

Magnus Heinason.
Ein sjónbær bókaframløga
Í sambandi við, at tað vera mentanardagar í Fuglafirði, verður ein øðrvísi og spennandi bókaframløga í Fuglafjarðar skúla hósdagin, 31. august, kl. 11.00.
Hetta verður ein bókaframløga um bókina "Magnus Heinason - hetja ella brotsmaður" saman við stuttum sjónleikabrotum.
Vit fáa vitjan av rithøvundanum handan bókini, Páll Nolsøe, ið fer at greiða frá. Eisini kemur Jóannes B. Lamuhauge, ið hevur gjørt tekningar til bókina, at vísa fram myndir.
Harumframt fara Nicolaj Falck og Óli Svein Lutherusson at framføra sjónleikabrot.
Tiltakið er ætlað næmingum og lærarum í Fuglafjarðar skúla, umframt øðrum, ið hava áhuga.
Tað er avmarkað pláss. Hava aðrið skúlar hug at vera við til tiltakið, verða tey biðin um at boða frá hjá Fuglafjarðar Bókasavni á tlf.nr. 238016.