Tíðindi.

Seinasti skúladagur .
17.05.2023
Í morgun hava vit havt ein heldur øðrvísi skúladag.
Næmingarnir í 10. flokki hava undirhildið okkum í allan dag. Tað er teirra seinasti skúladagur, og tað fingu vit sanniliga at merkja.
10. flokkur skipaði fyri morgunsangi og undirhaldi í miðhøllini. Eisini var konsert á skránni, har næmingar í fleiri flokkum framførdu.
Eftir eina sera góða konsert og sera stuttligt undirhald endaði dagurin við flogbóltsdysti í ítróttahøllini, har lærararnir vunnu sannførandi.
Her eru nakrar myndir frá degnum í dag:




































Deil tíðindi á