Tíðindi.

Páskaheilsan 2023.

31.03.2023

Shrek, skúlaleikir, talv o.a.

Góðu næmingar og foreldur/avvarðandi!

Skjótt gongur tíðin, og nú verður farið í páskafrí. Nógv hevur verið á skránni dagarnar upp til páskafrítíðina.

Shrek

Vit hava aftur í ár verið til ein fantastiskan sangleik. Hesaferð vórðu vit førd inn í heimin hjá trøllinum, Shrek. Tað eru næmingarnir í sangleikabreytini í eNám-samstarvinum, saman við lærarunum Marjuni Djurhuus og Bárði á Lakjuni, ið hava sett leikin upp.

Súsanna Hanusardóttir og Marita S. Sigurdardóttir hava sniðgivið, seymað og gjørt aðrar kreativar uppgávur í sambandi við sangleikin. Tær hava sitið tímavís og gjørt búnar. Úrslitið er framúr. Afturat teimum hava verið eldhugaði foreldur, ið eisini hava brúkt nógva tíð og orku til sangleikin.

Her er røðan, ið skúlastjórin, Berlys Toftadal, flutti fram til seinastu almennu sýningina:

"Góðu tit!

Ár eftir ár, sangleik eftir sangleik, og ja -  aftur hesaferð! Aftur í ár hava tit ført okkum inn í ein annan heim.  Hesaferð í eina ævintýraverð, ið kennist so verulig.

Góðu foreldur og avvarðandi. Takk fyri, at tit hava lagt so nógva orku og tíð í hendan leikin. Tit hava verið eitt arbeiðssamt toymi.

Takk Ludvík Heðinsson fyri, at tú aftur í ár bjóðaði teg at standa á odda fyri dansinum í leikinum.

Góðu Marita og Súsanna. Tit hava sitið tímavís og seymað búnar og gjørt aðrar kreativar uppgávur. Og eg veit, at tit hava sitið út á næturnar fyri at fáa alt perfekt. Úrslitið er framúr, og tað skal ljóða eitt stórt takk til  tykkum.  

Góðu næmingar. Tað er ein heiður at síggja tykkum vísa tykkara evnir sum sjónleikarar, sangarar, tónleikarar, tøkningar og mangt annað. Eisini er tað stuttligt at síggja tann góða felagsskapin, ið tit hava fingið við hesum eNám skúlasamstarvi. Til lukku við hesum sangleiki. Tit eru fantastisk.

Og síðst – men ikki minst. Góðu Marjun og Bárður. Tit eru nakrar eldsálir. Samstarvið millum tykkum bæði er nakað heilt serligt. Takk fyri, at tit ár eftir ár taka hendan leiklutin á tykkum. Takk fyri, at tit menna og styrkja okkara næmingar innan so nógvar ymiskar førleikar. Og takk fyri, at tit skapa ein felagsskap millum næmingarnar, har øll trívast og mennast. Tað er ein heilt serligur stemningur at koma her í Mentanarhúsið, tá tit arbeiða við sangleiki. Hetta eru vit stolt av.

Takk øll, somul."

Vit takka fyri ein ótrúliga góðan sangleik. Vit eru stolt av tykkum.

 

Skúlatalv

Víkingahúsið í Norðragøtu hevur verið karmur um skúlatelving fyri næmingar úr Norðoyggjum og Eysturoynni. Fuglafjarðar skúli luttók við næmingum úr 5. - 9. fl. Tað rakk ikki til heiðursmerkir, men vit fingu fleiri góð úrslit.

Skúlaleikir, 6. fl.

6. flokkarnir hava verið til skúlaleikir í badmintonhøllini í Klaksvík. Endamálið við skúlaleikum er at skapa felagsskap og rørslugleði fyri øll. Fyrr í mars mánaða vóru 4. og 5.fl. eisini til skúlaleikir. 

Leikur við Løkin

Eisini hava allir okkara næmingar verið ein túr í skúlanum við Løkin, har teir hugdu eftir leikinum "Peter Pan". Ein væl spældur leikur við flottari pallseting og flottum búnum.

 

Sera hendingaríkir dagar hjá okkara næmingum nú áðrenn páskir. Við nøkrum myndum, vilja vit her ynskja øllum einar gleðiligar páskir. 

Skúlin byrjar aftur sum vant týsdagin, 11. apríl.

 

Leiðslan


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband