Tíðindi.

Móðurmálsdagur.

24.03.2023

Í morgin 25. mars er móðurmálsdagur

Í hesum sambandi hevði Jastrid á Dalbø, lærari, eina framløgu í morgun. Hon greiddi okkum frá um V.U. Hammershaimb, ið m.a. verður kallaður 'faðirin at føroyska skriftmálinum". Hon greiddi frá tí týdningarmikla arbeiði, ið Hammershaimb gjørdi fyri tað føroyska málið.

Eisini greiddi hon okkum frá, hvussu stóran týdning føroyska málið hevur fyri okkara lítla land, og hvussu vit sjálvi kunnu viðlíkahalda tað føroyska málið í eini tíð, har vit annars hava atgongd til øll heimsins mál. Hon samanbar móðurmálið við eina plantu. Eins og vit skulu røkta og vera góð við plantur, soleiðis eiga vit eisini at fara við móðurmáli okkara, fyri at tað skal mennast og haldast við líka.

Jastrid vísti harumframt ein tekst frá gamlari tíð, áðrenn skriftmálið, ið vit kenna í dag, var til. Tað var stuttligt at síggja, hvussu skrivað bleiv tá í tíðini.

Takk fyri eina læruríka framløgu, Jastrid.

Vit nøkrum myndum frá í morgun, ynskja vit øllum eitt gott vikuskifti og ein góðan móðurmálsdag í morgin.

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband