Tíðindi.

Altjóða Down syndrom dagur.

21.03.2023

Í dag 21. mars er altjóða Down syndrom dagur.

 

Eftir morgunsangin í morgun greiddi Linda Sunder, sum starvast sum námsfrøðingur her á skúlanum, okkum so væl frá um sjúkuna. Hon vísti við legokubbum, hvussu børn við Down syndrom hava trý kromosom nr. 21, í mun til onnur, ið hava tvey. Eisini tosaði Linda um, hvussu ymisk vit øll eru, og tó so eins. Brúk eru fyri øllum menniskjum, og vit eru øll týðandi partur av samfelagnum

Eisini tosaði Linda við okkum við teknmáli. Sera áhugavert at síggja. Orsøkin, at Linda dugir so væl teknmál, er, at hon sjálv eigur ein fittan son við Down syndrom.

At enda sóu vit eitt stutt filmsbrot.

Takk fyri sera áhugaverda og rørandi framløgu, Linda.


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband