Tíðindi.

Hendingarík vika farin afturum.

10.03.2023

So er vika nr. 10 farin afturum, og hevur hon verið okkum sera hendingarík.

7. flokkur hevur fingið undirvísing í fyrstuhjálp, næmingarnir í 4. og 5. flokki hava verið til skúlaleikir, og til morgunsangin í morgun løgdu næmingarnir í 3. a og 3. b fram fyri okkum øllum um tjaldrið.

Morgunsangsløtan í morgun endaði við, at Tóki Linduson Hentze spældi nøkur løg fyri okkum á klaver. Tóki vann í sínum bólki í tónleikakappingini, Stella Polaris, fyrr í mánaðinum. Hjartaliga til lukku við flotta avrikinum, Tóki!

Loksins endaði vikan við, at mið- og byrjanardeildin fóru at sleta. Eftir morgunsangin í morgun fóru næmingarnir vetrarkladdir oman í bygdina at sleta. Tá næmingarnir komu í skúlan aftur, kaldir og glaðir, fingu teir bollar og heitt kakao. Ein sera hugnaligur dagur.

Við nøkrum blandaðum myndum frá vikuni, ið fór, ynskja vit tykkum øllum eitt gott vikuskifti og eina góða grækarismessu:


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband