Tíðindi.

Starv sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

09.03.2023

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at 
menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla. 
Í Fuglafjarðar skúla eru 282 næmingar í 1.- 10. flokk. Á skúlanum starvast 30 lærarar, 3 námsfrøðingar, umframt 2 skrivarar, vaskifólk og húsavørðir. Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna hava skipað samstarv um 8. – 9. flokk undir heitinum Framvit. Harumframt er 10. floks samstarv, nevnt eNám, við Sjóvar kommunu og Sunda kommunu. 
 

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum 

  • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu ábyrgdini og leiðsluni av virksemi skúlans 
  • við virkisfýsni er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans 
  • dugir at samstarva og er fyrikomandi  
  • hevur góðan málførleika í skrift og talu, serliga á føroyskum 

Harumframt skal varaskúlastjórin 

  • vera næsti arbeiðsfelagi skúlastjórans 
  • hava góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl, megna at hava yvirlit og dugir at skipa fyri 
  • saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd 
  • vera við til at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum 
  • hava vilja og evni at royna nýggjar leiðir, og er støðugt við til at áseta mál og virkisætlanir fyri skúla, sum búgva skúlan til framtíðar krøv 
  • undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans 

    Førleikakrøv 
    Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. 
     
    Lønar- og setanartreytir 
    Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við tænastu í Fuglafjarðar skúla. Tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. 
    Starvið verður lønt í lønarflokki 34.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroyar Lærarafelag. Starvið verður sett frá 1. august 2023. 
     
    Umsóknir 
    Umsóknir við møguligum viðmælum, C.V. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. mars 2023 kl. 12.00 
     
    Fleiri upplysingar um starvið fært tú við at ringja til skúlastjóran tlf. 238061 ella við at senda teldupost til berlys.toftadal@skulin.fo  

Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband