Tíðindi.

Ætlar tú í 10. flokk komandi skúlaár?.

16.03.2023

Hygg so her!

eNám er eitt skúlasamstarv, har næmingar í 10. flokkunum, ið ganga í Stranda skúla, Fuglafjarðar skúla og Skúlanum við Streymin kunnu velja valbreytir. Næmingar kunnu velja í millum 9 valbreytir, sum verða mánadag, mikudag og fríggjadag. Leinki til at velja BREYTIR sæst her.

Næmingar skulu eisini velja ástøði, sum verða týsdag og hósdag. Ástøði er bókligt valfak, frálæra, heimasetningur, tímatalva o.a. sum næmingar velja á hvørjum skúla sær.
Lógarkravið er, at hvør einstakur næmingur hevur í minsta lagi 28 tímar um vikuna samantalt við valbreytunum og ástøðislærugreinunum. Hvør breyt telur 6 tímar, tó telur sangleikabreytin 12 tímar, og ástøðislærugreinirnar telja 2, 4 og 8 tímar. Sí nærri kunning í leinkinum niðanfyri.

Leinki til at velja ÁSTØÐI hjá næmingunum í Fuglafjarða skúla sæst her.

Freistin at søkja breytir og ástøðisfak er 31. mars 2023.

Meira kunning um eNám kann sæst á www.enam.fo

Eru ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skúlan. 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband