Tíðindi.

Fronsk vitjan í Fuglafjarðar skúla.
01.03.2023
Síðst í februar fingu vit vitjan av 15 ára gomlum næmingum úr Fraklandi.
Tey hava vitjað ymsastaðni í Føroyum, og 27. februar komu tey framvið skúlanum í Fuglafirði. Tey vóru til morgunsang, og fingu síðani morgunmat frá næmingum í 8. flokki. Næmingar í 9. flokki bakaðu hendan dagin bollar og gjørdu "ommukrem", ið tey fingu til millummála.
Seinni um kvøldi vitjaðu summir av okkara næmingum og lærarum tey á sandinum, har tey gistu í tipi.
Morgunin eftir yvirraskaðu teir fronsku næmingarnir okkum við kórsangi til morgunsangin, áðrenn tey løgdu leiðina víðari.
Ein hugnalig vitjan.
Hósdagin fara tey víðari til Danmarkar.
























Deil tíðindi á