Tíðindi.

Altjóða Holocaustdagur 27. jan. 2023.

27.01.2023

Nám skipaði í dag, 27. jan. 2023, aftur fyri tiltaki í sambandi við altjóða Holocaustdagin. Hesaferð var tiltakið í Fuglafjarðar skúla.

Næmingar úr 8. og 9. flokki luttóku, umframt nakrir næmingar, sum ganga á miðnámi á Kambsdali.

Berlys Toftadal, skúlastjóri, bjóðaði vælkomin og flutti fram røðu. Ólavur í Geil var fundarstjóri og stýrdi tiltakinum væl. Luttakandi gestir vóru Oddur á Lakjuni, søgulærari á Glasir (og fuglfirðingur), Tóra Petersen, sálarfrøðingur og trivnaðarráðgevi hjá Námi, Maria Olsen, sum starvast hjá útlendingastovuni og er úr Ukreina, Georg L. Petersen, tíðindastjóri hjá KVF og Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Tiltakið var stroymt og sæst á heimasíðuni hjá Námi, nam.fo.

Niðanfyri er røðan hjá skúlastjóranum, og longri niðri síggjast nakrar myndir frá tiltakinum:

"Góðan morgun og hjartaliga vælkomin til árliga minningardagin fyri Holocaust og onnur fólkadráp, sum í dag 27. januar, er stroymdur úr Fuglafjarða skúla.  
Vælkomin til tykkum øll, sum sita her í dag - næmingar og starvsfólk úr Fuglafjarða skúla og Miðnám á Kambsdali. Vælkomin tit, sum skulu leggja fram í dag, og tit, sum skipa fyri degnum. Eisini vil eg bjóða vælkomin til tykkum øll, sum sita runt um kring landið og fylgja við beinleiðis á skíggjanum.  
Vegna Fuglafjarða skúla vil eg takka Undirvísingarstýrinum, Námi og Altjóða Amnesty fyri ta vælvild, tit hava sýnt okkum við at sleppa at vera vertur til hendan dagin. Ein dagur, sum verður hildin hvørt ár kring heimin, og sum síðani 2019 eisini hevur verið hildin her í Føroyum.  
 
27. januar er dagurin, tá vit øll minnast, at umleið 6 milliónir jødar - umframt fólk frá øðrum minnilutabólkum - vórðu dripin undir seinna heimsbardaga.  
Men tað er ikki bert jødatýningina vit minnast hvørt ár hendan dag. Vit vilja eisini minnast fólkadráp, sum komu aftaná Holocoust, og tey offur, sum mistu teirra heim, - og kenslan av at hoyra til, varð tikin frá teimum.  
Í ár minnast vit Holodomor – sum er hungursdrápið í núverandi Ukraina, tá Stalin tømdi korngoymslurnar í landinum. Hetta elvdi til hungursneyð, har fleiri milliónir Ukrainar lótu lív. 
 
27. januar er dagurin, sum lærir fleiri milliónir fólk um vandan við ókontrollerðum hati, og tørvin at forða fyri m.a. fólkadrápi.  
Hesi dagurin eggjar okkum til at reflektera yvir tað myrka og ónda dýpi, sum menniskja kann fella í. MEN dagurin vil eisini minna okkum á teir einstaklingar  og tey samfeløg, sum stóðu og framvegis  standa ímóti myrkrinum fyri at vera ljósið undan, meðan og aftaná folkadráp.  
Hvørt ár á hesum degi verða vit mint á ábyrgd okkara yvirfyri hvørjum einasta menniskja. Ein áminning um at gera alt, vit kunnu, fyri at forða tílíkum hendingum. 
 
Góðu tit – verið ljósið í myrkrinum, verið tey, sum standa ímóti órættvísi, happing, forfylging, haturstalu, fordómum o.s.fr, soleiðis at tilíkar gerðir, sum m.a. kunnu elva til fólkadráp, ikki henda aftur. Lat hvønn einasta av okkum vera ein góð fyrimynd fyri rættvísi, samanhaldi og umsorgan. Lat okkum hava samkensluna við teimum, sum ikki hava tað lætt og virða tey sum eru annarleiðis enn vit sjálvi. Lat okkum vísa virðing fyri hvørjum øðrum, og verða ein av mongum, sum rópa “ongantíð aftur”!! 
Vegna Fuglafjarða skúla, vil eg enda við at ynskja okkum øllum ein góðan og læruríkan dag. 
Takk fyri!"

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband