Tíðindi.

Altjóða Holocaustdagur.
Beinleiðis stroyming
27. januar er altjóða "Holocaustdagur" og í hesum sambandi verður tiltak í miðhøllini fyri hádeildini. Aðrar hádeildir úr øðrum fólkaskúlum kring landið luttaka eisini við beinleiðis stroyming.
Tað er Ólavur í Geil, sum samskipar tiltakið fyri Nám og Amnesty International. Og í ár er Fuglafjarðar skúli vertur til tiltakið við beinleiðis stroyming. Tiltakið byrjar kl. 10.00.
Yvirskipaða evnið er Holocaust og onnur fólkadráp. Í ár verður varpað ljós á "Holodomor", ið merkir hungursdráp. Tað sipar til eina hending, ið fór fram í núverandi Ukraina 1932-1933, tá Stalin tømdi korngoymslurnar í landinum. Hetta elvdi til hungursneyð og fleiri milliónir lótu lív.
Her er leinki til beinleiðis stroymingina:
Vit gleða okkum til tiltakið.