Tíðindi.

Komandi 1. flokkur.

19.01.2023

Mikudagin 18. januar 2023 møttu vit nøkrum fittum børnum, sum komu at skriva seg inn til komandi 1. flokk. 

Løtan byrjaði í miðhøllini, har skúlastjórin, Berlys Toftadal, bjóðaði vælkomin, og har varaskúlastjórin og AKT-lærarin eisini heilsaðu uppá hesu fittu børnini og teirra foreldur.

At enda møttu tey teirra komandi flokslærara. Tað verður Bodil Jacobsen, sum verður flokslærari, tá flokkurin byrjar í august.  Tað eru 23 børn innskrivað at byrja í flokkinum.

Tá løtan í miðhøllini var av, fóru tey inn í floksstovuna hjá verandi 1. flokki. Har fingu tey eina bók, faldara frá Ráðnum fyri ferðslutrygd, og okkurt søtt undir góman. 

Størsta løtan var nokk, tá næmingarnir hvør sær skuldu upp at skriva seg inn í skúlan.

Vit takka fyri dagin, og gleða okkum at sígga tykkum í august. 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband