Tíðindi.

Innskriving í 1. flokk.
17.01.2023
So er tíðin komin til innskriving í 1. flokk. Í hesum sambandi vilja vit bjóða tykkum foreldrum/avvarðandi saman við barni tykkara til eina hugnaløtu í skúlanum 18. januar kl. 15.00. Vit møtast í miðhøllini.
Havið navna- ella dópsbræv hjá barninum við.
GG! Sjálv formliga innskrivingin er gjørd talgild. Tit verða tí vinarliga biðin um at útfylla skjalið, ið liggur á hesum leinki, áðrenn 17. januar:
Innskrivingarskjal til 1. flokk 2023/2024
Vit gleða okkum at síggja tykkum!
Leiðslan
Deil tíðindi á