Tíðindi.

Storytelling.

16.09.2022

Í morgun høvdu vit vitjan av Anette Wilhjelm Jahn, sum er dagligur leiðari av Måle Fortællerteater í Keypmannahavn. Hon segði frá søgnini um kópakonuna. Ein sera áhugaverd, livandi og hugtakandi frásøgn, og megnaði Anette á sín bergtakandi hátt at fáa okkum øll at gerast ein part av søgnini - hetta við sangi, rørslu og hondtrummu.

Eftir hennara framførslu kom Grace Banks, ið er frá Aberdeen. Eisini hon hevði eina bergtakandi framførslu við sangi, frásøgu og rørslum. 

Sera hugtakandi at síggja, hvussu Anette og Grace megnaðu at hava so gott samand við næmingarnar, samstundis sum tær framførdu søgulist á pallinum. 

Næmingarnir í 1. - 7.fl. vóru við til hesar framførslurnar.

Við hesum myndum frá hugnaligu løtuni, ynskja vit tykkum øllum eitt gott vikuskifti.


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband